Í vikuni fara umboð fyri íslendsku stjórnina til Moskva at tingast við russisku stjórnina um lánið, sum russar hava boðið íslendingum Tað segði russiski varafíggjarmálaráðharrin, Dmitrí Pankin, við Reuters-tíðindastovuna í gjár, og seinni váttaði íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steinrímur J. Sigfússon, tíðindini.
Dmitri Pankin vil ikki siga, hvussu nógvar pengar íslendingar fáa tilboð um. Tá málið bleiv umrøtt seinasta heyst, varð nevnt, at lánið var fýra milliardir evrur, men tað talið minkaði seinni, skrivar Morgunblaðið.
Sum skilst skal russiska tjóðartingið eisini góðkenna lánið, áðrenn stjórnin kann lata tað.










