Grikski forsætisráðharrin, Antonis Samaras, tingast nú við stuðulsflokkarnar hjá stjórnini eftir umstríddu niðurleggingina av almenna út- og sjónvarpinum, ERT.
Leiðararnir í teimum báðum smærru stjórnarflokkunum, Pasok og Demokratiski Vinstri, krevja at sendingarnar hjá grikska kringvarpinum verða tiknar uppaftur, og annars kann Samaras vænta sær stjórnarkreppu og møguliga nýval.
Stjórnin sigur annars niðurleggingina av ERT, sum kostaði 2.700 fólkum starvið, standast av sparikrøvum frá landsins altjóða lánsveitarum.
Men avgerðin sleppur neyvan at standa við, tí millum annað hevur hægsti umsitingardómstólurin í Grikkalandi ógildað hana.










