Tingast aftur við bretar um Icesave

Ein íslendsk samráðingarnevnd fer í dag at tingast við umboð fyri bretsku stjórnina í einari roynd at fáa bretar at broyta avtaluna um, hvussu íslendingar skulu endurrinda bretum tað, sum teir mistu í Icesave-málinum.

Á odda fyri íslendsku samráðingarnevndini er amerikanarin Lee Buchheit, sum er serkønur í almennari skuld. Hinir tríggir eru Guðmundur Árnasson, skrivstovustjóri í fíggjarmálaráðnum, og teir báðir hægstarættardómararnir John Karl Sveinsson og Lárus Blöndal.

Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, sigur við Ritzau, at bretar og niðurlendingar hava nøkur fyrivarni, men at teir eru sinnaðir at tosa við íslendingar um at royna at finna eina aðra avtalu um Icesave-skuldina.