Tingast aftur í morgin

Í morgin fara formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Kuupik Kleist, og danski veðurlágsmálaráðharrin, Connie Hedegaard, at tosa um, hvørja støðu Grønland skal taka til eina komandi veðurlagsavtalu.

Tey bæði hittust í síðstu viku og skuldu hittast aftur nú, men fundarvirksemið í Landstinginum ger, at Kuupik Kleist hevur ikki stundir at fara til Danmarkar, sigur grønlendska kringvarpið. Tí skulu tey tosa í telefon í morgin.

Grønland vil hava somu møguleikar sum menningarlondini, soleiðis at landið kann menna ídnaðin hóast skerdar CO2-kvotur.