Í einari roynd at skipa løgtingsarbeiðið betur skal nú ásetast, nær landsstýrið fer at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið Landsstýrið hevur nú sett sær fyri at samskipa løgtingsarbeiðið betur.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at við at gera ein løglista ætlar landsstýrið at forða fyri, at tey flestu tingmálini koma í Løgtingið í seinastu løtu.
Løglistin skal virka sum eitt yvirlit yvir evsta mark hjá teim ymsu lógaruppskotunum, sigur løgmaður.
Vanliga koma millum 80 og 85 lógaruppskot fyri Løgtingið í eini tingsetu, og tey skulu nú setast í eitt yvirlit, sum verður latið øllum landsstýrisfólkunum, sigur Kringvarpið.









