?Mest sum best?, ið er fjórða útgávan hjá vágabólkinum hevur leingi verið útseld, men sum aftur nú verður at fáa í sølubúðum kring landið nú.
Vegna stóra eftirspurninginum, ið stóðst eftir at bólkurin spældi í summar,
hevur TUTL latið fløguna endurprentað. Á útgávuni eru sera kend løg sum Upp
á Tá, Váagellan, Annan sang og Minnist tú, íalt 16 løg.
Tónleikarnir í Tinganest eru Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongunum, Eivin
Simonsen og Elias Simensen.
Fløgan fæst til keyps í TUTL á Káta Horninum og vanligu sølustøðunum kring
alt landið, umframt á heimasíðuni www.tutl.com