Tá Asfalt fer av bakkastokki í Tórsgøtu 3. og 4. juli, verður legendariski vágabólkurin Tinganest ein av bólkunum, ið fara á pall Tinganest eru sum gott vín. Teir blíva betri við árunum, og nú eini 25 ár eru síðani teirra útgávur komu út sum kasettubond á fyrsta sinni, hevur bólkurin aftur fingið pláss í fremstu røð. Fólk hava ikki gloymt teir, heldur ikki tey, ið kanska ikki tordu at viðganga seg sum fjepparar fyri 25 árum síðani.
Í dag standa fleiri av sangum teirra sum varðar. Og bólkurin er, meira enn nakar, ímyndin av serstaka ?vága-soundinum?, ið fleiri vágabólkar annars í ávísan mun hava, men Tinganest vóru fyrstir og mestir og bestir, tá tað umræður ?vágasound?.
Bólkurin
Bólkurin var til fyrst í áttatiárðinum við navninum Tinganest. Tó hevði ymisk manning myndað bólkar í Sørvági líka frá sekstiárunum,har Magnus, Jóan Jakku og Eivind vóru partar.Seinni eisini í Danmark, har teir vóru í lestrarørindum
Ì 1983 kom fyrsta bandútgávan,og var hetta band nógv spælt. Sangir sum Upp À Tá og Vágagellan vóru - og eru - javnan at at hoyra. Í 1984 kom næsta bandútgávan og triðja kom í 1986. Bólkurin hevur verði við í øðrum útgávum eisini. Serliga Jóan Jakku hevur verið virkin á tónleikaøkinum við soloútgávum, og saman við øðrum.
Nytt tilfar verður eisini at hoyra í komandi framtíð frá onkrum av limunum.
Tinganest hava til Asfalt vant duliga eina skrá, ið hevur við teir kendu sangirnar hjá Tinganest, og bólkurin gleðir seg at fara á Asfalt-pallin.
Núverðandi manning í Tinganest er : Finnur J. Jacobsen, trummur, ásláttur og sang, Jóan Jakku Guttesen, bass og sang, Holgar Jacobsen, guitar, Magnus á Stongum, guitar og sang. Henda manning hevur myndað bólkin seinastu 2 árini.









