Tinganes flaggar sámiskt

Í dag er sámiskur tjóðardagur. Síðani 1992 eru sámar samdir um henda dagin. Men semja hevur ikki altíð verið um júst hetta flaggið

- Í 80?unum tá sámiskir rithøvundar og bókavørðar vóru á ráðstevnu í Føroyum, seymaðu tey eitt nýtt tjóðarflagg. Marianna Debes Dahl, sum um hetta mundið var við í nevndini í Filmsfelagnum, vísti mær flaggið. Hetta var kollveltingarkrút. Flaggið var eins nýtt og hatta orðið ? kollveltingarkrút. Soleiðis skrivar Birgir Kruse á

http://birkblog.blogspot.com/> Og hann sigur víðari, at síðani er so mangt hent: Sámar eru vorðnir samdur um hetta vakra bláa flaggið, ið sýnir sólina, sum er faðir at øllum og knýtir jørð og himmal í eina æviga ringrás. Ein annar flaggstubbi úr søguni hjá Filmsfelagnum var í 1987, tá vit vóru vertir fyri norðurlendskari filmsstevnu og Nils Gaup var heiðursgestur við filminum ?Vegvísin?. - Filmurin, sum varð í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn, bygdi á elligamla sámiska søgn. Tí var eitt full size sámiskt flagg bílagt úr Kautekaino. Flaggið kom, men vit sluppu ikki at brúka tað í Norðurlandahúsinum, har filmsstevnan var. Flaggið var ikki góðkent og norskir myndugleikar lovaðu ilt, um vit vundu tað á stong, sigur Birgir Kruse. - So gingu vit yvir til grannan, útvarpsstjóran Niels Juel, sum hevði skrivað flaggsøguna. Hann hevði nógv størri stong enn Norðurlandahúsið. Men nei, hann tordi ikki at flagga við hesum løgna dúki. - Men vit kundu brúka hann sum veggprýði í konserthøllini. Ørminnist, at vit gjørdu tað eina løtu, men angraðu og tóku flaggið niður. Síðani hevur tað ligið í einari kommoduskuffu á loftinum. Men í dag flaggar Kaj Leo fyri sámum, skrivar Birgir Kruse á <a href=http://birkblog.blogspot.com/>http://birkblog.blogspot.com/>