Nógv samband hevur verið millum løgmann og danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin, sum landsstýrið legði 2. november.
Men løgmaður ætlar sær einki at siga um, hvat gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina fyrr enn partarnir eru komnir til eina avtalu.
Andstøðuleiðararnir, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, kravdu á fundinum í uttanlandsnevndini í gjár at fáa meira at vita um samskiftið millum landsstýrið og donsku stjórnina. Men tað fingu teir ikki.
Einki innlit
Fjølmiðlarnir hava eisini roynt at fingið innlit í hetta samskiftið. Men tað hevur higartil ikki eydnast. Sosialurin sendi 14. november Løgmansskrivstovuni eina umsók um alment innlit í alt samskifti millum Løgmansskrivstovuna, danska forsætisráðið og aðrar myndugleikar síðani 26. oktober, tá fullveldissamráðingarnar slitnaðu.
Svarið frá Løgmansskrivstovuni var stutt og greitt. Einki skjal fyriliggur í fullveldismálinum, sum er daterað eftir 26. oktober og sum er umfatað av lógini um alment innlit.
Løgmaður váttar kortini, at hann hevur havt regluligt samband við danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum.
Sambært grein 6 í lógini um innlit í fyrisitingina, hevur borgarin eisini krav uppá innlit í munnligt samskifti millum myndugleikar, sum hevur týdning fyri avgerðina í einum máli. Tískil kundi hugsast, at tað skuldi borið til at fingið innlit í samskiftið millum løgmann og danska forsætisráðharran. Men hetta ber kortini ikki til. Samrøðurnar millum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen eru ikki umfataðar av lógini um alment innlit, er svarið úr Tinganesi.
Óformelt samskifti
Løgmaður sigur endamálið við samskiftinum við danska forsætisráðharran vera at fáa í lag eina avtalu eftir nýggja leistinum, sum samgongan hevur sett sær fyri.
Men Anfinn Kallsberg vil kortini ikki kalla samskiftið við Poul Nyrup Rasmussen samráðingar.
? Talan kann ikki vera um samráðingar, uttan partarnir sita hvør sínu megin eitt samráðingarborð við hvør sínum útspæli, sigur løgmaður.
Vit spyrja so løgmann, um samskifið við danska forsætisráðharran sostatt kann kallast óformelt prát. Men tað heldur løgmaður als ikki.
? Talan er hvørki um samráðingar ella óformelt prát. Talan er um samskifti, sum hevur til endamáls at finna eina semju um nýggja leistin, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður skilir ikki, hví fjølmiðlarnir hava so stóra trongd at fáa at vita nágreiniliga, hvat hann og danski forsætisráðharrin tosa um. Hann vísir á, at málið er á einum slíkum støði júst nú, at tað ikki er egnað at verða broderað og hongt út á ymsar hættir av fjølmiðlunum.
? At halda á at krevja innlit í samskiftið er tað sama sum at krevja at sleppa at sita undir liðini á mær, hvørja ferð eg tosi við Nyrup í telefonini, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður ger greitt, at tá ein avtala fyriliggur, skulu fjølmiðlar og onnur púra greitt fáa at vita, hvat avtalan inniheldur. Men einki kemur út áðrenn tað, ger løgmaður greitt.