Finnur Helmsdal tingmaður skrivar frálíka grein í blaðnum, har hann millum annað viðmerkir til tað, eg segði í útvarpinum.
Nú er tað so, at útvarpið altíð er at meta sum bergmál í úrvali, eitt selektivt ekkó; tú veitst aldri, hvat verður sent av tí, tú sigur, og um tað kemur øvugt aftur. Útvarpsmaðurin, tann dugnaligi og viðurslønti Dánjal Højgaard, spurdi fleiri ferðir, um ikki ov drúgv tíð fór við fyrispurningum á tingi, tí hetta vilja samgongumenn vera við. Sjálvur royndi eg sum frægast at benda prátið inn á tað, eg skrivaði á Tinghelluni seinast, nevniliga at tingið hevur í tingskipanini óneyðuga avmarkað sínar egnu heimildir og hevur ov fáar streingir til stjórnarsamskifti sítt við aðrar stovnar og av fá amboð til taks at verja - og vinna - vald sítt.
Tí haldi eg okkum báðar Finn vera samdari, enn hann gevur sær far um. Í øllum førum gevur hetta orðaskifit góðar vónir um arbeiðið at orða nýggja stjórnarskipan.
Finnur Helmsdal er uttan iva millum ídnastu tingfólk. Eigur fimm av teimum í verandi tingári skrásettu 19 skrivligu fyrispurningunum. Allir eru eftir mínum tykki sera væl fyrireikaðir og landsstýrismenn hava eisini svarað við drúgvum frágreiðingum. Men til dømis fyrispurn-ingurin, settur Hans Paula Strøm um hagtalstilfar á sosiala økinum, tykir mær gott dømi um fyrispurning, sum í staðin kundi verði viðgjørdur (fyrst) í ting-nevnd - soleiðis sum vit í grund-lógarnevndin hava sæð tað í øðrum londum. Skrivligi fyrispurningurin kundi verið grundarlag undir eini frágreiðing frá landsstýrismanninun, og so kundi trivnaðarnevndin við spyrjaranum á odda spurt og skift orð við bæði Hans Paula og viðkomandi embætismenn. Tá so alt tað faktiska og juridiska varð lýst, kundi Finnur farið í tingsalin við einum tilskornum uppskoti ella spurningi, um hann vildi hava tingið alt at taka støðu til prinsippiellar spurningar í samband við hagtalstilfar á sosiala økinum.
Men at allir tingmenn - vitandi um at løgtingskrivstova og fjølmiðlar skriva teir upp fyri at skulka - skulu hava møtiskyldu til allar fyrispurningar, tað er óheppið. Tað tekur tíð frá tingfólki at fyrireika sínar egnu fyrispurningar og uppskot. Tað ger eisini, at tingfólk ilskast inn á tey, sum spyrja nógv.
Eg haldi, at tingið brúkar tíð sína skeivt, tá allir skrivligir fyrispurningar skulu viðgerast í salinum beinanvegin. Á øðrum tingum er kent, at skrivligur fyrispurningur kann svarast skrivliga. Vil tingmaður bert hava fram upplýsingar ella vita støðuna hjá landsstýrismanni, er ikki altíð neyðugt við orðaskifti. Men tað eru tingmenn - ikki serfrøðingar - sum skulu gera av, hvussu fyrispurningurin skal viðgerast. Var tingskipanin eftir mínum høvdi, so kundu tingfólk í øllum førum valt ímillum hesar streingir at spælt á:
?Ófyrireikað orðaskifti í hálvan-heilan tíma um viðkomandi mál, áðrenn málini á dagsskránni koma fyri.
?Fyrireikaðar eins og ófyrireikaðar styttri munnligar fyrispurningar til landsstýrismanna. Hvør landsstýrismaður eigur at svara fyri síni málsøki hvørja viku, tá tingið situr.
?Skrivligar fyrispurningar, ið verða svaraðir skrivliga.
?Skrivligar fyrispurningar, ið gerast grundarlag undir orðaskifti, har tingið kann samtykkja niðurstøðu sína.
?Uppskot til samtyktar - eisini slík, ið ganga øðrum stovnum nakað nær.
?Hoyringar av ymsum slagi, til dømis um týðandi mál, ið krevja ábøtur, um lógaruppskot ella fyrisitingina av galdandi lógum.
?Samráð við landstýrismenn, har tað ber til at spyrja teir nærri og oftari upp í saman um viðkomandi mál.
?Seta undirnevnd undir fastari tingnevnd ella serfrøðingar at fyrireika lógaruppskot ella uppskot til samtyktar.
?Brúka summarhálvárið saman við ráðgevum at fyrireika uppskot til lógar og til samtyktar.
Tá tingið bert hevur fáar streingir at spæla á, gerst tingljómurin heldur einstáttaður. Mest spældi strongurin eru munnligu spurningarnir - og síðani nøkur fá knips við skrivligum - men tingnevndirnar eru eisini farnar at leika teir djypru tónarnar í nevndarálitum. Hyggja vit at hagtølunum, so eru í verandi tingári 24 tingfólk, sum ongan skrivligan fyrispurning hava sett; at tingmenn seta fram lógaruppskot er enn meiri sjáldsamt. Ráddi eg, so spardu vit á minni týðandi økjum og góvu tingfólki so frægar umstøður, at tey megnaðu at tónleika stjórnarliga væl meira enn nú.
At enda eina viðmerking til orðingina hjá Finni: "Nú skal eg ikki ditta mær at greiða skrivaranum í Grundlógarnevndini, frá demokratisku viðurskiftum okkara." Her eru vit báðir fullkomiliga ósamdir. Sjálvandi skalt tú tað, og tað skulu somuleiðis øll onnur. Tað líkist snøgt sagt ongum, at so fá gera almennar viðmerkingar til serfrøðina í grundlógarnevndini. Loyvi mær tí at heita á fólk um antin at fara á heimasíðuna hjá nevndini www.grundlog.fo og taka niður Fyrra Flaggdagsálitið ella ringja til løgmansskrivstovuna og biða um tað, og síðani at skriva ella siga alment, hvat tey halda um álitið, tættir ella fyribrygdi í tí. Stjórnarskipan landsins er fólksins politiska skipan. Ikki frøðinganna starv og hugni.










