Í kvøld sang Tina Mellemgaard seg víðari í X Factor kappingini í Danmark.
12 luttakarar hjá dómaranum Kwamie Liv skuldu skerjast niður í helvt, og tað skuldi gerast út frá framførslum á X Factor pallinum.
Tina Mellemgaard var seinasti sangarin í kappingini í kvøld, og hon var var sannførandi. Hon sang væl og trygt og tóktist hava yvirskot í sínari framførslu. Eingin ivi var um, at hon skuldi víðari.
Áður er Kári Fossdalsá eisini komin víðari í kappingini, og tí eru tveir føroyskir sangarar millum tey seinastu 18 í kappingini. Áðrenn live-kappingarnar byrja, skulu 9 luttakarar afturat sendast heim.
Teir tríggir dómararnir hava hvør sínar tríggjar luttakarar við til live-umførini. Hvør dómari hevur ein av teimum yngru luttakarunum, ein av teimum eldru og ein bólk.
Her kann framførslan hjá Tinu í kvøld síggjast:
##med2##












