Tina sær og snakkar við tey deyðu

Danska, Tina Laurenzia Glochau Karger, hevur altíð verið ein serskøltur, og nú hon er 50 ára gomul, tímir hon ikki at tiga longur.

Tina Laurenzia Glochau Karger hevur altíð verið ein serskøltur. Síðan hon var smágenta, hevur hon kunnað sæð og snakkað við tey deyðu. Hennara serstøku evni førdu til, at hon varð happað og rópt løgin av sínum floksfeløgum í skúlanum. Men, í dag, nú Tina er 50 ára gomul, er hon til reiðar at brúka síni serligu evni til at hjálpa øðrum at fáa svar upp á ymiskar spurningar.

 

- Tíðin er nú komin at lata almenningin vita um míni evni.

 

Soleiðis byrjar samrøðan, tá danska heimasíðan - www.jv.dk - hittir danska serskøltin í heimi hennara í Hostrupskov. Her situr hon við sínum reyða hári, longu neglum og flottu makeup og líkist teirri Tinu Laurenzia Glochau Karger, sum fólk kenna úr Karger Beauty í gongugøtuni í býnum. Men, aftan fyri hesa kvinnu liggur so nógv meira enn hennara útsjónd.

 

- Eg havi havt evnini at síggja og snakka við tey deyðu, síðan eg var smágenta. Men, eg fekk bara at vita, at eg hevði ein lívligan “fantasi”, sum hon tekur til. Tískil havi eg hildið hesi serstøku evni fyri meg sjálva. Men, nú eg eri 50 ára gomul og leggi einki í, hvat onnur halda og hugsa um meg.

 

Tina Laurenzia Glochau Karger er uppvaksin á Als. Hon hevur útbúgving hjá Matas Peter Kock Jr. í Sønderborg og hevur seinni tikið eina leiðaraútbúgving og útbúgving í makeup og sum neglatøkningur. Í 2014 keypti hon Dit Parfumeri í gongugøtuni í Aabenraa, sum í dag kallast Karger Beauty. Maður hennara er grannskoðari.

 

- Eg hevði mína fyrstu uppliving sum sjey ára gomul, har eg ein morgun var á veg til handilsmannin at keypa. Eg sá tveir vælklæddar menn, sum dansaðu og høvdu tað stuttligt. Teir vildu hava meg við sær, men eg segði greitt nei, og teir blivu burtur.

 

Í samrøðu við www.jv.dk greiðir Tina Laurenzia Glochau Karger frá nógvum ymiskum upplivingum og hendingum, og hon greiðir eisini frá, hvussu hon alla tíðina hevur pápa sín, sum var bakari, við sína lið í nógvum av tí, hon ger. Søga er eisini um, hvussu hon ónevnd hjálpti løgregluni at finna eina gentu aftur, sum tey ikki megnaðu at finna. Gentan varð myrd og niðurgrivin.

 

Øll samrøðan við Tinu Laurenzia Glochau Karger kann lesast her - https://www.jv.dk/navneaabenraa/Tina-kan-tale-med-de-doede-Der-er-altid-er-nogen-som-passer-paa-mig/artikel/2626235