Fríggjakvøldið var Reinsaríið proppað við spentum áskoðarum til annað umfar av tónleikakappingini Sement 2021.
Støðið var høgt og kappingin hørð. Og tað tók rættiliga langa tíð hjá dómarunum at finna tveir finalistar, men tá alt kom til alt, so vóru tað teir energisku Joe & The Shitboys og stóra yvirraskilsið Tina, sum komu víðari til finaluna.
Í kvøld klokkan 21 verður so triðja umfar, har tveir finalistar afturat skulu finnast til ta stóru finaluna, sum verður tann 1. mai.
##med2##