Danska songkvinnan Tina Dickow kemur til Føroya at vitja í summar. Tað stendur at lesa í nýggja faldaranum frá Norðurlandahúsinum.
Norðurlandahúsið verður sostatt karmur um konsertina, sum verður 7. juni.
Tina Dickow er 36 ára gomul og telist millum best umtøktu songkvinnurnar í Danmark seinastu mongu árini. Hon hevur útgivið átta studiofløgur, fýra ep og eina liveútgávu. Somuleiðis hevur hon vunnið fleiri virðislønir, millum annað fekk hon mentanarvirðisløn, Årets Kronprinsparrets Kulturpris, í 2008, sum er ein hálv millión krónur.
Tina Dickow býr í dag í Íslandi saman við manninum Helgi Jónsson, sum eisini ofta spælir saman við henni.
Hon verður at hoyra í Norðurlandahúsinum 7. juni.
Hoyr You Wanna Teach Me To Dance her.
Hoyr Copenhagen her.









