Hugsar tú um at byggja, byggja um, selja ella keypa hús, so eru bústaðarkvøldini hjá Eik viðkomandi fyri teg.
Eik fer nevniliga aftur í heyst at skipa fyri bústaðarkvøldum kring landið. Tey fyrstu kvøldini - tvey í vikuni sum kemur og eitt hin 10. november - verða á deildunum í Saltangará, Klaksvík og í Havn.
Kristine Ellingsgaard, rakstrarleiðari á deildini hjá Eik í Saltangará, sigur, at bústaðarkvøldið í Saltangará verður týskvøldið 27. oktober, og kvøldið í deildini hjá Eik í Klaksvík verður hóskvøldið, 29. oktober.
- Hesi bæði bústaðarkvøldini, ávikavist í Saltangará og í Klaksvík, byrja klokkan 19.30.
Sambært skránni higartil er eisini greitt, at skipað verður fyri bústaðarkvøldi á deildini hjá Eik í Havn, týskvøldið 10. november.
Seinni verða eisini bústaðarkvøld í Vágum og í Suðuroy, og lýst verður seinni, nær hesi kvøld verða.
Kristine Ellingsgaard sigur, at tiltøkini eru ókeypis og almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Á bústaðarkvøldunum fer Eyðun Eliasen, arkitektur, at hava framløgu um bygging og grøna orku, eins og Eik, meklarafyritøkan INNI og Tryggingarfelagið Føroyar fara at hava framløgur.
- Framløgurnar fevna vítt, og málbólkurin er almenningurin sum heild, ung sum tilkomin, sigur Kristine Ellingsgaard, rakstrarleiðari hjá Eik í Saltangará.