Verjarnir hjá fyrrverandi ukrainska forsætisráðharranum Julia Timosjenko hava kært fongsulsdómin, sum hon fekk í oktober í fjør, men hægstirættur í Kijev boðaði í dag frá, at hann fer ikki at viðgera kæruna fyrr enn aftan á EM-endaspælið í fótbólti.
Eftir ætlanini skuldi ein hoyring vera í hægstarætti um málið í dag, men nú hevur rætturin útsett hoyringina til tann 12. juli. Eygleiðarar siga, at hetta er uttan iva gjørt fyri at sleppa undan ov nógvari umrøðu, sum málið annars hevði fingið, nú fjølmiðlarnir eru væl umboðaðir í Ukraina í sambandi við EM.
Áðrenn EM-kappingin byrjaði, funnust fleiri politiskir leiðarar og mannarættindafelagsskapir at viðferðini, sum Julia Timosjenko hevur fingið. Teir siga, at rættarmálið er politiskt, og at tað er Viktor Janukovitsj, forseti, sum stendur aftanfyri.