Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko hevur kært dómin, sum hon fekk í fjør fyri at hava misbrúkt sítt vald sum stjórnarleiðari. Hon varð dømd sjey ára fongsul, men hon hevur alla tíðina hildið uppá, at dómurin er politiskur.
Ákæruvaldið sigur hinvegin, at tað er prógvað, at Julia Timosjenko misbrúkti sítt vald sum forsætisráðharri, tá hon í 2009 tingaðist við Russland um at lata Ukraina gass og seinni gjørdi sáttmála við russar. Tí vil ákæruvaldið hava rættin av vísa kæruni burtur.
ES hevur boðað frá, at samveldið heldur eygað við, hvat hendir í málinum.
Julia Timosjensko var ein av leiðarunum í kollveltingini í Ukraina í 2004. Í 2010 stillaði hon upp á forsetavalinum, men mátti lúta fyri Viktor Janukovitsj.