Timosjenko fær útlendska vitjan

Seinni í vikuni fer litavksi forsetin, Dalia Grybauskaite, at vitja fyrrverandi ukrainska forsætisráðharran Julia Timosjenko á einum sjúkrahúsi í Ukraina.

Timosjensko situr í fongsli, eftir at hon fekk sjey ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu, men litavski forsetin sigur, at Timosjenko verður flutt á eitt sjúkrahús í morgin.

-Vit og forsetin eru komin ásamt um, at eg skal fáa høvið til at hitta hana á sjúkrahúsinum í Kharkiv, sigur Grybauskaite (myndin). Hon leggur afturat, at tað er trýst úr Týsklandi, sum ger, at Timosjenko verður flutt á sjúkrahús. Timosjenko hevur leingi kært seg um pínu, men myndugleikarnir hava sýtt fyri at lata hana sleppa av landinum til viðgerðar. Um vikuskiftið gekk Timosjenko so við til, at ein týskur lækni skal kanna hana á sjúkrahúsinum í Kharkiv.