Timo Hämäläinen, freelance-journalistur og bókmentakritikari, hevur í ár fingið journalistvirðislønina hjá NORDBOK á 25.000 danskar krónur. Virðislønin er eitt ferðalegat. Timo Hämäläinen er finni, og hevur í nógv ár skrivað um norðurlendskar bókmentir, ikki bara í Helsingin Sanomat, sum hann starvast á í dag, men hann hevur eisini lýst norðurlendskar bókmentir í finskum sjónvarpi í sendingini "Lukulamppu", ið merkir lesilampan.
NORDBOK er ein bókmenta- og bókasavnsnevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Smátjóðirnar í Norðurlondum eru eisini umboðaðar í nevndini. Hanus Andreassen, rithøvundur, umboðar Føroyar, varalimur hansara er Martin Næs, landsbókavørður.
NORDBOK hevur seks reisur áður latið eina virðisløn fyri gott norðurlendskt journalistaarbeiði, og í fjør var virðislønin á fyrsta sinni latið føroyingi. Tað var Birgir Kruse, sum fekk virðislønina fyri mentunarsendingar sínar í Útvarpi Føroya.










