Timeshare-fyritøkur lumpað svensk ferðafólk í Spania
Konsument Europa, sum er ein partur av svenska brúkararáðnum, hevur fingið nógvar klagur um timeshare-fyritøkur og frítíðarklubbar, sum hava lumpað svensk ferðafólk í Spania.
Hesar fyritøkur eru tiltiknar harðrendar, tá tær skulu marknaðarføra seg sjálvar. Fleiri teirra selja eigarapartar til íbúðir, sum ikki eru til, og aðrar múgva seg upp við at bjóða fólki at selja íbúðir, sum tey longu hava keypt. Fyritøkan setir seg í samband við eigaran og bjóðar honum at selja lutaíbúðina, um hann rindar eitt ávíst gjald forút.
- Tá peningurin so er fluttur á kontoina hjá teimum, sum hava sagt seg vilja selja íbúðina, ber ikki til at koma í samband við tey aftur. Tí ráði eg øllum til at takka nei til slík tilboð, óansæð hvussu dámligur ella fryntiligur persónurin í telefonini tykist vera, sigur Agneta Gillback, stjóri hjá Konsument Europa.
Konsument Europa hevur hjálpt nógvum fólkum úr klørnum á timeshare-fyritøkum. Men nú verður farið víðari, og fyritøkurnar verða tí meldaðar til løgregluna í Svøríki og/ella Spania. Higartil eru hesar fyritøkur meldaðar: Skandinavisk Feriecenter (La Quinta Sales och Ocean Ridge), Trend Properties, Property Transfer, Property Partner, Platinum Properties, Continental Marketing Consultants och Dinastia Resort.
Kelda: Svenska Konsumentverket