Bill Saporito skrivar millum annað soleiðis:
?Tá Týskland skoraði til 1-0, spældu teir sum Ongland. Til 2-0 málið spæla teir sum Brasilia og við triðja og fjórða málið spæla teir sum Italia. Ongland hinvegin, spældi fyri tað mesta sum Føroyar í 4-1 tapinum.?
So er spurningurin um Bill Saporito veit av, at Týskland sum varaheimsmeistarar í 2002 høvdu stórar trupulleikar av at vinna á Føroyum? Fyrsti dysturin hjá teimum eftir finalu tapið í HM 2002, var ímóti Føroyum í Hannover. Tá vóru týskarnir heppnir, at Føroyar ikki fingu stig við tá, Hjalgrím Elttør í evstu løtu rakti stongina. Hevði tann bólturin fari inn, so endaði dysturin við javnleiki 2-2.
Í umvenda dystinum á Tórsvølli tók tað 88 minuttir, áðrenn týska maskinan megnaði at koppa føroysku mótstøðuni. Úrslitið tann dystin gjørdist 2-0 til táverandi heimsmeistarnar. Tey gølggu hava longu lagt saman og síggja at Føroyar yvir tveir dystir tapti 4-1 fyri Týsklandi. Tað tók týskarinum bara ein dyst at vinna so nógv á Onglandi.
Um føroyska landsliðið nakrantíð tapir stórt í einum dysti, har leikarnir ongan vilja vísa og spæla elendigt, so skulu vit minnast til orðini hjá Time Magazine og Bill Saporito, og skriva at Føroyar spældu sum Ongland!