Justin avlýsti tvær konsertir í California orsakað av, at hann hevði ballast eitt sindur for nógv... Tá ið populeri poppsangarin Justin Timberlake kort síðan avlýsti tvær konsertir í California, segðist hetta at vera orsakað av, at hann hevði brúkt røddina hjá sær ov nógv og nú noyddist at ansa eftir.
Eftir konsertirnar í California hevur Justin tó verið noyddur at innrømma, at veruliga orsøkin til, at hann ikki møtti upp, var, at hann hevði ballast eitt sindur ov nógv og hevði for nógvar timburmenn til at gjøgnumføra konsertirnar.
Justin Timberlake er bæði kendur sum fyrrverandi forsangarin í dreingjabólkinum N*SYNC, sum ekssjeikurin hjá bæði Britney Spears og Cameron Diaz og fyri sjálvur at hava givið tvær fløgur út.
Vanligvís hevur tað verið eks-daman Britney, ið skandalirnar hava snúð seg um, men hesu ferð er tað so Justin, sum skandalu-miðlarnir hava fylgt, tí Justin ikki hevur klárað at steðga við at ballast?










