Timburmenn eftir finaluna

Gøtumenn vóru ógvuliga illa skerdir undan dystinum móti FS Vágum, og gøtumenn megnaðu ikki at reisa seg eftir tapið í steypafinaluni. Vágamenn duttu eitt pláss niðureftir til næstaftasta pláss

GÍ og FS Vágar spældu ein undirhaldandi og spennandi dyst í Sarpigerði sunnudagin. Hvørki av liðunum mundi tó vera nøgt við ein javnleik, tí tað kunnu tey í veruleikanum ikki brúka til so nógv í løtuni.
Liðini skaptu nógvar málmøguleikar gjøgnum dystin, og hóast FS Vágar var á útivølli, sendu vágamenn nógvar leikarar fram á vøllin, tá høvi var til tess.
FS Vágar kom eisini framum seint í fyrra hálvleiki. Eitt eitt gott álop kom Birgir Joensen í góða skotstøðu. Hann royndi seg við einum heldur veikum skoti, sum smeyg sær undir málverjan og í netið til 1-0. Hetta málið má málverjin óivað taka á sín kappa, tí hann skuldi í veruleikanum havt vart fyri skotinum frá Birgiri.
GÍ svaraði tó aftur í næsta minutti, so gleðin hjá vágamonnum var stokkut. Eitt langt innlegg verður sent innfyri úr høgra borði, og við handaru stong stendur Bárður á Lakjuni púra leysur og stútar bóltin í kassan. Hetta var eisini støðan við steðgin.

Kim á blettinum
Tríggjar minuttir eftir steðgin legði Kim Poulsen gestirnar framum eina ferð enn. Clayton Soares tók bóltin niður við bringuni og spældi síðani bólturin sera hegnisliga aftur um seg sjálvan til Kim Poulsen, ið var leysur við málverjanum og kundi leggja FS Vágar framum.
Fyri steðgin skaptu liðini nógvar málmøguleikar, men helst var tað FS Vágar, sum hevði fleiri málmøguleikar. Eftir steðgin gekk heldur striltið hjá GÍ at fáa nakað burturúr, men tað eydnaðist tó at fáa útjavnandi málið.
GÍ hevði fríspark í høgru síðu, sum Janik sendi innfyri. Silva Braga stóð við fremru stong, og bólturin kemur í beinið á honum, og fer upp í hornið. Á leiðini hevur Símun Samuelsen havt ein fót við í spælinum, og hann er noteraður fyri málið á dómaraseðlinum.
Bæði Bartal Eliasen og Henning Jarnskor høvdu leikbann eftir tey reyðu kortini, sum teir fingu í steypafinaluni, og venjarin Krzystof Popczynski sat uttanfyri við skaða.
Bæði liðini liggja nú í tyngra endanum av landskappingini. Næstu ferð skal GÍ spæla grannauppgerð ímóti NSÍ í Runavík, og FS Vágar tekur ímóti VB í Vágunum.

GÍ ? FS Vágar 2-2 (1-1):
0-1: Birgir Joensen, 41.
1-1: Bárður á Lakjuni, 42.
1-2: Kim Poulsen, 48.
2-2: Símun Samuelsen, 76.