Mánadagin hin 30. august viðgjørdi býráðið í Sunda kommunu eina umsókn um byggiloyvi til íbúðir á matrikkulnummari 137 við Norðskála.
Byggisamtyktin fyri økið, har grundstykkið liggur, gevur loyvi til sethús við tveimum búeindum, men umsóknin, sum var til viðgerðar henda dagin, snýr seg um fýra búeindir á nevnda matrikkli.
Tað er timburmeistarin, Jóan Petur Vang á Oyrarbakka, sum eigur matrikkulnummar 137, og hann hevur áður staðið fyri bæði stórum og smáum byggiverkætlanum.
Umframt at hann hevur bygt fleiri íbúðir í høvuðsstaðarøkinum, bygdi hann eisini nýggja skúlan við ítróttarhøll á Oyrarbakka.
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, sigur, at tað er loyvt býráðnum at gera frávik í nevndu byggisamtykt, og hetta samtykti býráðið eisini á fundinum hin 30. august.
- Sostatt skuldu øll viðurskifti í samband við byggiloyvi til hesar fýra íbúðirnar verið komin upp á pláss, og tað fegnast vit um, sigur Jógvan Kruse.
Hann fegnast eisini um, at privatir soleiðis bjóða seg fram til at byggja íbúðir, tí hetta er við til at fjøltátta bústaðarmøguleikarnar í kommununi.
Sambært borgarstjóranum hevur byggiharrin ikki søkt um at byggja aðrar íbúðir við Norðskála, men byggiharrin eigur okkurt annað grundstykki nærindis, har tær fýra íbúðirnar nú skulu byggjast.
Jógvan Kruse sigur, at umsóknin hjá byggiharranum er rættiliga fullfíggjað, og hann væntar tískil ikki, at tað fer at taka so drúgva tíð, áðrenn íbúðirnar við Norðskála, sum býráðið nú hevur givið loyvi til, standa lidnar.











