Keypsmiðdepil
P/F Klaksvíkar Timburhandil, sum nú hevur skift eigarar, skal ætlandi byggjast um til ein keypsmiðdepil.
Eivind Jacobsen, sum er ein av keyparunum, hevur fyrr í vikuni sagt, at ætlanirnar við timburhandlinum sum keypsdepli eru komnar so langt, at fíggingin er komin uppá pláss, og at næsta stigið er at fáa neyðugu loyvini frá Klaksvíkar kommunu.
Sambært Eivindi er ætlanin at flyta timburgoymsluna niðan á Borðoyavík, meðan byggibúðin framhaldandi verður í bygninginum á Stongunum.
- Ætlanin er at leiga restina av bygninginum út til onnur handilsrekandi.
Við umbyggingum verður bygningurin hjá Klaksvíkar Timburhandli 3.000 fermetrar til støddar, og harafturat er ætlanin at gera stóran part av kjallaranum til parkeringskjallara.
Í samrøðu við Norðlýsið sigur Eivind Jacobsen seg einki trúgva upp á ætlanina at byggja ein nýggjan keypsmiðdepil í Klaksvík, sum Norðoya Sparikassi og vinnulívið í býnum standa á odda fyri.