Dokumentarurin »Framing Britney Spears« hevur sett sjóneykuna á mátan, Britney Spears varð viðfarin av bæði miðlum og mannfólki, tey árini hon var á tindunum.
Justin Timberlake, sum helt saman við Britney Spears um aldarskiftið, hevur síðani biðið um umbering fyri, hvussu hann umtalaði hana, tá forholdið teirra millum endaði, og fyri afturslagið, sum Janet Jackson fekk, eftir at annað bróstið kom til sjóndar, tá hon dansaði saman við Timberlake í 2004.
– Eg skilji, at eg svíkti í hesum tíðunum og í fleiri øðrum, og eg neyt gott av eini skipan, sum letur konufólkahatur og rasismu fara uttan átalu. Eg ynski serliga at biðja Britney Spears og Janet Jackson um umbering, tí eg eri góður við og havi virðing fyri hesum kvinnunum, og eg veit, at eg dumpaði, sigur Timberlake.