Timbaland dámar Nephew

Amerikanski tónleikaframleiðarin Timbaland er eitt av teimum heitastu nøvnunum á popppalinum í løtuni.

Promiscious samstarvið við Nelly Furtado og Sexyback við Justin Timberlake eru høgt á nærum øllum hittlistum. Tí var hann ikki eitt óvæntað andlit á MTV Europe Music Awards. Hann er tó ikki vanligur gestur í Evropa, og varð tí spurdur um hann hevði hoyrt nakran bólk á ferðini, ið honum dámdi, og svarið kom kvikliga Nephew! MTV verturin tyktist ikki at kenna bólkin, ið vann planetina fyri besta útlendska bólk á Planet Awards í ár. So Timbaland noyddist at greiða frá, at talan var um ein danskan indie bólk.