Tim Krul sendi Holland í hálvfinaluna

Hollendski eykamálverjin var avgerandi, tá Holland í kvøld vann brotssparkskappingina móti Kosta Rika.

Holland gjørdist í kvøld tað seinasta landið, ið er klárt til hálvfinalurnar í HM endaspælinum í Brasil. Holland vann dystin móti Kosta Rika eftir brotssparkskapping og avgerandi leikarin hjá Hollandi var eykamálverjin, Tim Krul.

 

Heldur óvæntað, endaði vanligi dysturin við longdari leiktíð. Hóast Holland leikliga var omaná størsta partin av dystinum, stríddust leikararnir hjá Kosta Rika fyrimyndarliga.

 

Holland hevði fleiri stórar málmøguleikar, men móti endanum var um reppi at Kosta Rika fór avstað við sigrinum í longdu leiktíðini.

 

Tá ein minuttur var eftir av longdu leiktíðini valdi hollendski venjarin Louis Van Gaal at gera tað óvanliga, at hann skifti vanliga málverjan út, fyri at skifta eykamálverjan inn. Hetta skuldi seinna løna seg, tí tað var júst eykamálverjin Tim Krul, ið avgjørdi dystin fyri Holland, tá liðini fóru til brotssparkskapping.

 

Holland skal í hálvfinaluni leika móti Argentina. Tann dysturin verður leiktur mikukvøldið.

 

Holland - Kosta Rika 0-0 (0-0) Holland víðari eftir brotssparkskapping.