Tað hevur leingi ligið í luftini, at aldrandi bretski tennisleikarin, Tim Henman, hevur ætlað sær at gevast sum yrkisleikari. Tí kom tað ikki heilt óvart á, at hann á einum tíðindafundi áðrenn US Open í New York í dag boðaði frá, at hann fer at gevast eftir Davis Cup, sum verður í døgunum 21.-23. septembur.
32 ára gamli Henman hevur verið fulltíðar tennis-leikari í 14 ár, og hevur 11 ATP-heiti í kurvini. Hann var kendur fyri at standa seg væl á grasundirlagi.