- Tilvitað tá ið vit lata stuðul

Kaupthing fer tilvitað inn og stuðlar teimum málbólkunum, sum tey vilja náa til tess at gerast fyritøkan skal gerast kend í hesum málbólkinum. - Vit stuðla breitt teimum tiltøkum sum vit velja at stuðla heldur enn at lata lítið til nógv tiltøk, sigur Henny á Líknargøtu frá Kaupthing

Henny á Líknargøtu, samskipari í Kaupthing, heldur, at stuðulspolitikkurin hjá nógvum fyritøkum er broyttur.
      - Fyrr var stuðulin latin meira breitt, og øll fingu ein part av køkuni. Tað var stuðlað eitt sindur til Skála og eitt sindur til HB til dømis.
      - Nú fara vit meira tilvitað inn og stuðla einum størri tiltaki og stuðla tí meira umfatandi. Vit "co-branda" við tiltakið, sum vit stuðla. Vit eru meira tilvitað um, hvørjum vit stuðla, og vit fara sjálvi út og velja, hvørjum vit skulu stuðla, sigur hon.
 
Vilja síggja fyrimunir
Kaupthing hevur ávís krøv til umsóknirnar um stuðul.
      - Ein hvør fyritøka stuðlar, tí at hon væntar at fáa fíggjarligan vinning burturúr. Soleiðis er eisini hjá okkum. Vit vilja síggja í umsóknini, hvat vit kunnu fáa afturfyri peningin, sum vit lata, sigur Henny.
      Kaupthing setir langtíðar málsetningar, og stuðulspolitikkurin gongur eisini undir hesa ætlan.
      - Vit seta okkum málsetningar og greina síðani, hvussu vit kunnu náa teir. Tað ræður um hjá fyritøkuni at seta eitt frámark. Vit stuðla kanska miðvíst einum málbólki, sum vit vilja náa, og soleiðis gerast vit kend í hesum málbólkinum og fáa eitt ávíst "good-will" frá teimum, greiður Henny frá.