Frank Davidsen
----
Óivað hevði tað verið hugaligari hjá sandingum, um tilvildin fyri 70 árum síðan var í teirra parti, soleiðis at Sandoyar Floghavn lá í Søltuvík, men ístaðin fyri so gjørdi tilvildin tað soleiðis, at floghavnin kom at liggja í Vágum.
Og hvat í henda søguliga avgerð íð varð tikin fyri 70 árum síðan hevur havt at siga fyri Vágar, tað er næstan óneyðugt hjá mær at siga frá. Eitt kunna vit øll verða samd um, at varð eingin flogvøllur í Vágum, so var eingin undirsjóartunnil. Hinvegin var hepni við Sandoynni soleiðis at flogvøllurin var lagdur í Søltuvík, so var Sandoyggin ein spegilsmynd av Vágoynni í dag, har flogvøllurin er nógv tað størsta arbeiðsplássið. Vinnulívið hevur tað eftir umstøðunum gott, og nógvar barnafamiljur støðast í heimbygdunum, eins og fleiri barnafamiljur flyta til Vágar.
Havi mangan hugleitt um hvussu Vágoyggin hevði sæð út, um nú flogvøllurin hevði ligið í Sandoynni í staðin fyri. Kanska Vágoyggin í staðin fyri hevði verið ein spegilsmynd av Sandoynni, soleiðis at vit framvegis í 2012 høvdu ferjusamband í staðin fyri fast samband. Og Í staðin fyri fólkavøkstur hevði fólki flutt av Vágoynni, so støðan í dag hevði verið meinlík tí støðu Sandoyggin er í dag.
Mín persónliga meining er, at hevði samhaldsfesti ikki verið bulurin undir tí føroyska samfelagnum seinastu hálvu øldina, so hevði okkara samferðslukervið ikki verið í nær námind av hvat tað er í dag.
At tað júst vóru atløguviðurskitini íð vóru atvoldin til, at bretar frávaldu at byggja flogvøll á Sandoynni, tað má sigast at verða lagnunar speisemi, í og við at oyggin hervið gjørdist eftirbátur, mótvegis Vágoynni, Eysturoy og Norðoyggjum.
Jú víst eru nógvar og kostnaðarmiklar íløgur gjørdar viðvíkjandi atløguviðurskiftunum í Skopun og Gomlurætt. Tað er so sanniliga einki løgið í tí tekur man tey heilt óvanligu atløguviðurskifti íð gera seg galdandi í Skopun. Havi uppliva tað sum smádrongur fyri nógvum árum síðan og eisini síðan sæð Skopun ein vetrardag og teir eru nógvir sovorðnir dagar, tá tað stendur um húsbrot og tú stendur bergtikin og hugsar við tær sjálvum, at tað má verða sjómannsskapur og hartil ein lokal vitan út um alt mark, at tað yvurhøvur ber til at røkja hesa rutu á vetrartíð, og í so vánaligum veðrið.
At ferjulegan á Gomlurætt bleiv so kostnaðarmikil var orsaka einum poltiskum spælið, sum sandingar ongan lut eiga í.
Tað má kennast løgið hjá sandingum at tunnlar eru gjørdir, har nøkur fá húski búleikast, meðan Sandoyggin hevur verið við sviðið soð. Ja sjálvt tæt 30-40 milliónir íð politiskt vóru avtalaðar árliga á fíggjarlógini til Sandoyartunnilin, tær vóru brúktar til onnur endamál. So persónliga skilji eg væl at sandoyingar kenna seg forfjónaðar av okkum norðanfjørðs, sum kunna koyra av Viðareiði til Gásadal, samstundis sum hugurin at hjálpa sandoyingum
Koma vit so til kjakið viðvíkjandi undirsjóartunnlunum so ber als ikki til at samanbera Vágatunnilin við Norðoyðatunnilin, tí meðan Norðoyartunnulin hevur eitt lokalt fólkatilfeingi , so hevur Vágatunnilin meira enn 200.000 ferðandi um ein tekur tey sum koma um Vága Floghavn.
Góvu hesi fólkini ikki sítt fíggjarliga ískoyti til Vágatunnilin, so vóru vágafólk noydd at gjalda fleiri hundrað krónur fyri hvønn túr í gjøgnum tunnilin. Men sum fyrr sagt, so hevði eingin tunnil verið, um bretar valdu vágoynna frá fyri 70 árum síðan. Sjálvsagt eiga vit at virða tær útsagnir íð kommunurnar í Vágum hava ført fram, at ætlanint tá Vágatunnilin varð útgoldin so eiga vágafólk at kunna koyra ókeypis í gjøgnum tunnilin. Hinvegin so haldi at tað mest demokratiska hvørvítt um vágafólk skuldu gjalda ella eí aftaná 2017, er at gera eina nágreiniliga kanning í millum vágafólk hesum viðvíkjandi.
Skulu vágafólk ikki gjalda aftaná 2017 so meti eg tað er skeivt, at tað skal forða fyri at øll onnur ferðsla frá meginøkin ikki skal gjalda nakað aftaná at tunnilin er útgoldin.
Umleið 200.000 túsund ferðandi koma árliga um flogvøllin í Vágum. Meginpartin av teimun ferðandi koma til og frá flogvøllinum við privatbili ella taxabili. Hvørja ferð ein flogruta er ávegis, sæst ein riðil av privabilum og taxabilum koyrandi í móti lívæðrina í millum Føroyar og meginlandið, Vága floghavn, fyri síðan at koyra inn á meginøki aftur.
Hetta er ein samhaldsføst skipan, har ferðandi úr øllum landinum, eins og útlendingar gjalda fyri. Tí eigur bummgjaldið at halda áfram, óansæð um vágafólk fram yvur skulu gjalda, ella koyra ókeypis
aftaná 2017.
Við tí ógvusligu ferðslu íð dag og dagliga koyrur gjøgnum Miðvág og part av Sandavági, so hevði tað kanska verið eitt hugskot, at tá Vágatunnilin er útgoldin, at partar av inngjaldinum skuldi verið lagt til síðis til at fíggja eina vegaføring uttan um Miðvág og Sandavág .
Kanska ætlaninhjá Haldur Hansen, sála frá sekstiárunum um ein tunnil til Vatnsoyrar frá Oyragjáðarvegnum hevði verið tað skilabesta hesum viðvíkjandi.
Um barnið skal eíta ein koyruvegur sambært Albert Ellefsen, ella ein undirsjóartunnil er líkamikið. Við eini ferðslu íð er fýra ferðir so stór sum íbúgvaratalið í Føroyum, so eiga vit sjálvsagt at halda áfram við at krevja gjald, alt annað vildi verið burturvið.
Um tað er sum útrokningarnar siga, at tað kemur at kosta umleið 55 krónur báðar vegir í gjøgnum hvønn tunnil tá tunnlarnar eru samanlagdir, so er prísurin tann sami sum ein cigaretpakki kostar.
Taka vit so málið um, at tað kemur at raka vinnuna í Vágum fíggjarliga, so er tøknin í dag so góð, at vinnubilar í Vágum kunna fáa ein serkubba íð nulstillar gjaldið.
Sum fyrr sagt so lagaði tilvildin tað soleiðis, at Vágoyggin gjørdist vinnarin í og við at bretar valdu Vágar fram um Sandoynna. Latið okkum tí saman við restini av føroya fólki verða við til at stuðla
Sandoynni í hesum álvarsmálið, áðrenn tað er ov seint.