"Tað hevur týdning at fremja íløgur, sum bæði kunnu bøta um regularitetin og skapa møguleikar at brúka onnur og størri flogfør enn í dag.
Atlantic Airways setir sítt álit á, at byggiharrin tryggjar, at Føroyar fáa best møguligu loysn í Vágum fyri peningin, sum er settur av til flogvallarútbyggingina.
Kjakið um ein nýggjan flogvøll aðrastaðni í landinum metir felagið áhugavert, men tað eigur ikki at darva nakrari útbygging í Vágum nú.
Felagið metir tað eisini átroðkandi, at myndugleikarnir sum skjótast endurmeta rasktrarleistin, sum flogvøllurin í Føroyum verður rikin eftir í dag, og tey gjøld, sum landskassin áleggur flogferðsluni og teimum ferðandi.
Gjøldini sum brúkarin rindar fyri at ferðast um flogvøllin í Føroyum er millum tey dýrastu í Evropa, og samlaðu nýtslugjøldini vaksa við meiri enn 50% eftir tveimum árum. Tann rokningin endar í síðsta enda hjá føroyska brúkaranum og skaðar menningina av føroyskari ferðavinnuni og føroyskari flogvinnu. Hetta hava mong onnur ferðamál í Europa skilt, og tí hava tey aðrastaðni lækkað ferðagjøldini til tess at økja samlaðu inntøkurnar hjá øllum pørtum við einum vaksandi streymi av ferðafólki.