Tiltøk ímóti Russlandi: Ein tinglimur helt seg uttanveltaðan

Men tað búði eingin djúpari meining undir tí

 

 

Í farnu viku samtykti Løgtingið at gera Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum, heimild til at seta avmarkað tiltøk í verk ímóti Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina. Tá ið málið varð samtykt fyrru ferð tann 4. mai, varð tað einmælt samtykt. Men dagin eftir hendi tann broyting í Løgtinginum, at Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, fór í farloyvi og varatinglimurin, hjá flokkinum, Hanna Jensen, tók sæti á tingi.

 

Og tá ið uppskotið varð endaliga avgreitt tann 6. mai, var ein tað ein tinglimur, sum ikki atkvøddi fyri. Tað var nettupp Hanna Jensen, og hon atkvøddi blankt. Men hon sigur, at tað býr einki undir hesum og tað er ikki tí at hon er ímóti at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, at hon atkvøddi blankt.

 

Tað einasta, sum liggur undir hesum, er, at hon var komin so brádliga inn á ting, at hon ikki hevði havt stundir at seta seg inn í málið og tí atkvøddi hon blankt.

 

– Eg var akkurát komin á Løgting, og hevði ikki verið við í viðgerini og eg haldi, at málið er so torgreitt, at eg atkvøddi bara blankt, sigur hon. Annars eru tað summi, sum halda, at málið er so ógvuliga einfalt. Men Hanna Jensen heldur, at tað sigur bara eitt sindur um, hvussu ymiskt tingfólk síggja upp á ymisk viðurskifti.