Tiltøk ímóti Russlandi avgreidd hesa vikuna

Lógin, sum skal geva landsstýrismanninum í uttanríkismálu heimild at seta í verk tiltøk ímóti Russlandi, verður avgreidd í Løgtinginum hesa vikuna.

 

Fýra mál eru á skránni til løgtingsfundin í morgun klokkan 10.

Fyrsta mál á skránni er uppskot til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og um byggja skúlabygningarnar á Frælsinum, sum skulu nýtast til kampus hjá Fróðskaparsetrinum.

Annað málið er uppskot til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

Triðja málið er uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir ímóti Ukraina. Tað er um víðakar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk. Hetta málið snýr seg um at geva landsstýrismanninum í uttanlandsmálum heimildir at seta møgulig tiltøk í verk. Lógin varð broytt í fjør soleiðis, at allar broytingar, sum høvdu við fiskiveiðusáttmálan við Russlands at gera, skulu samtykkjast í Løgtinginum.

Síðst á skárrni er umrøða av skrivligum fyrispurningi um Sernám, sum Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum.

Tingfurndurin verður klokkan 10. Næsti tingfundur verður fríggjadagin klokkan 9.30, tá møguligar 3. viðgerðir eru á skránni. Tað merkir helst, at landsstýrismaðurin fríggjadagin fær aftur heimildirnar at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum hann mist í fjør.