Tiltøk

Møtir, fundir o.o. tiltøk

Meinigheitshúsið í Havn

Missiónsvikan ´98 heldur fram í kvøld kl. 20, har Niels J. Nielsen talar. Meinigheitskórið syngur.

Sunnudagin kl. 14 verður familjumøti, har Gentukórið syngur.

Sunnukvøldið kl. 18 møti, har Niels J. Nielsen talar. Emmauskórið syngur.

Sunnukvøldið kl. 21 eftirmøti, har Niels J. Nielsen talar.


Samkoman Immanuel

Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti.


Rhema á Hálsi

Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli.

Biðið verður fyri sjúkum.

Øll eru vælkomin.


Frelsunarherurin, Tórshavn

Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti v/ Palle Petersen. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnudagin kl. 17.30: Bøn. Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Palle Petersen.

Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar.

Týsdagin kl. 17: Club 7 up.


Ebenezer

Sunnudagin kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøldið kl. 21: Útimøti.

Mánakvøldið kl. 20: Bønarmøti.

Mikukvøldið kl. 20: Uppbyggingarmøti.

Hóskvøldið kl. 20.30: Ungdómsmøti.


KFUM & KFUK

Eldrasamkoma verður mánadagin kl. 15 í KFUK v/ Suna Joensen. Evni: Frásagnir.

4. grein (eldri KFUK skótar) koma saman í KFUK mánakvøldið kl. 19.30.

Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir.


Hoyvíkar skúli

Sunnudag kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti við Tórbjørn & Co.


Oasan

Bønarmøti verður mánakvøldið kl. 20.00, lovsangs- og bønarmøti. Øll eru vælkomin.


Meinigheitshúsið á Skála

Í kvøld kl. 20 ungdómsmøti við heimligum kreftum.

Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og sunnukvøldið kl. 19 møti.

Streingjakórið venur týskvøldið kl. 19.30.


Frá Lívsins Orð

Barnamøtið leygardagin kl. 17. Møti sunnumorgunin kl. 10.30.


Keldan í Skálafirði

Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Helga Abrahamsen.

Sunnudagin kl. 17: Møti v/ fríum vitnisburðum.

Sunnudagin kl. 17: Barnamøti.


Toftir

Í kvøld kl. 20 verður hugnaløta í kjallaranum í Missiónshúsinum fyri: Sjómonnum, útróðrarmonnum, egnarum og øðrum. Á skránni verður ymiskt til álvara og gaman.

Vælkomin!


Hvalvíkar Missiónshús

Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 v/ Sámal P. í Grund og Teir 4 í Havn syngja og enda. Innsavnan til húsið.

Sunnudagin kl. 15: Familjumøti v/ Kristian M. Petersen.

Sunnukvøldið kl. 19 tala Regin Høgnesen og Martin R. Jacobsen. Hannis Hansen syngur. Innsavnan til H.M.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Stýrið


Sangfundir í Sandoynni

Um vikuskiftið verða sangfundir í Skálavík og Skopun.

Í Kelduni í Skálavík leygarkvøldið kl. 20 og í Samljóð í Skopun sunnudagin kl. 16. Systkini »Á Váli« luttaka við sangi og Jákup Olsen talar. Øll eru vælkomin.

Samkoman í Elim á Sandi


Missiónshúsið á Tvøroyri

Vikuskiftisfundirnir halda fram leygarkvøldið kl. 20 v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen.

Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


Sjómansheimið »Ørkin«

Brautarholt 29, 105 Reykjavík

Sunnudag møti kl. 17.

Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777


Eliaskirkjan

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /

fax 31 58 61 49.

Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.


Evangeliska Røddin

Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Færøsk-Dansk

Forening

ÅBENT HUS mandag d. 2. febr. kl. 19.30, Grønlandsvegur 56, Tórshavn.

»Færøerne i billeder« v/ Georg.


Santa Jørunds Gildi,

Tórshavn

Gildisfundur verður mánakvøldið 2. febr. kl. 19.30.


Felagið

Pinkubarnadeyði

hevur opið hús annan leyg-ardag í hvørjum mánaði frá kl. 14.00. Vit hittast í Jákupsstovu, J. Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn.

Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261


Al Anon, Tórshavn

Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


AA-fundir

Leygardagin kl. 17 og 22.30

Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20?21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5.

Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5.


Amnesty International Føroya deild

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 8.30?12.30

Hósdag kl 8.30?16.30


Deyvafelag Føroya

Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00.

Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929

fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo


Epileptikarafelag

Føroya

Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen.


Felagið

Føroyar-Kuba

Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11.

Tlf. 13016 - Fax 13824.


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 31 23 15 87

Fax 31 23 15 18

Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai.

Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl.

Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram.

Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld..

Sunnudagin 1. februar:

Fernisering kl. 15-17: Gundur F. Mikkelsen, 22 ár, reportagu- og listfotografur úr Vestmanna, opnar framsýning.

Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30?15.30. Mikudag kl. 14?18.

MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16?18.

Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310.

Nærvarp Okkara, tlf. 31228401.

Skúlin, 53681757.


Føroyingafelagið

í Aalborg

Lille Kongensgade 10B

9000 Aalborg

Tlf. 98 13 63 30

Húsið er opið:

Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19.

Leygardag frá kl. 22-03.

Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika.

Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum.

Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole.

Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur.

Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D,

8000 Århus C

Áarstova er opin mánad.? hósdag kl. 16-18.

Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr.

Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00.

Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19.

Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17.

Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19.

Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19.

Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604.


Føroyingar í Noregi

Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo.

Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum.

Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29.