Ebenezer, Tórshavn
Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Kl. 18: Evangeliskt møti. Kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hósdag kl. 20.30: Ungdómsmøti.
KFUK, Tórshavn
Mánadagin kl. 15 verður eldrasamkoma við lærarafólkunum Anniku og Steingrími Niclasen. Evni: Ymiskar hava tíðirnar verið.
Týsdagin 4. nov. kl. 17: Várgleði (smábarnadeildin).
KFUM, Tórshavn
Teen-klub, frá 13-16 ár, týskvøldið kl. 19-20.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið kl. 19: Møti.
Rhema, Tórshavn
Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli.
Øll eru vælkomin.
Frelsunarherurin, Tórshavn
Sunnudagin kl. 11: Møti v/ Turid og Knut Gamst.
Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið kl. 18: Familjumøti v/ skótum.
Mánadagin kl. 17: Smáskótar.
Mánakvøldið kl. 19: Skótar.
Týsdagin kl. 17: Club 7 up.
Mikudagin kl. 16: Bøn. Mikukvøldið kl. 20: Møti v/ Signe og Erlin Mæland og Turid og Knut Gamst.
Lívsins orð
Møti verður í kvøld kl. 20 við Dávid Hansen og Eyðun Jacobsen frá Ålborg Menighedscenter. Barnamøtið verður í dag kl. 17 og møti verður sunnumorgunin kl. 10.30.
Meinigheitshúsið
á Skála
Einki ungdómsmøti á Skála í kvøld, men felags ungdómsmøti á Strondum kl. 21. Bilar koyra frá Meinigheitshúsinum kl. 20.45.
Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19.00 møti.
Keldan, Skálafirði
Í kvøld kl. 21: Opið hús v/ Ungdómsnevndini.
Sunnudagin kl. 17: Møti við Paula Høj. Sangluttøka við Lisu Frederiksberg og Magna Christiansen. Barnamøti kl. 17.
Lopra
John í Skemmuni og Svenning av Lofti byrja evangeliska fundarrøð í Bygdarhúsinum sunnukvøldið kl. 19. Møtini halda fram til mikukvøldið, hvørt kvøld kl. 20.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið kl. 18 møti við Karl og Sigrid.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Minningarhald teirra sjólátnu
v/ Hera Joensen, presti, verður við Minnisvarðan í Porkeri í dag kl. 14.
Samkoman Sion,Vágur
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 73777.
Eliaskirkjan
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /
fax 31 58 61 49.
Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.
Samkoman Malta í Hirtshals