Leygarkvøldið borðreiða Rex og Eclipse við frálíkum tónleiki til eitt frálíkt kvøld. Í Rex fer bólkurin Spaðar 5 á pall og í Eclipse fer DJ Eyðfinn Drewsen at levera rútmurnar Mong meta, at Spaðar 5 er Føroya besti dansibólkur. Bólkurin er mannaður við framúr góðum tónleikarum. Ólavur Øster og Joen Magnus Danielsen eru helst oddamenninir í hesum vælsvingandi bólki, sum bæði megnar at fara í holt við klassikarar umframt at framføra tey feskastu hittini. Spaðar 5 er ein garantur fyri góðum dansitónleiki.
Í Eclipse fer DJ Eyðfinn Drewsen at standa fyri tónleikinum. Hann er ein gamal revur í fakinum og hann dugir sum fáur at fáa fólkini upp á gólv.
Vegna umvæling hava dansistøðini Rex og Eclipse ikki opið fríggjakvøld. Hinvegin hava Cippo og Manhattan opið alt vikuskifti, soleiðis at ongum nýtist at sita við hús og keða seg. Fríggjakvøldið verður væl umtókta Undirbeat nevniliga í Cippo. Undirbeat byrjaði sum ein roynd at skapa eitt umhvørvi til electrotónleik. Longu nú er Undirbeat tó so væl umtókt, at tiltakið neyvan verður tikið av dagsskránni við bræði.