Í farnu viku var árliga trivnaðarvikan í Sørvágs kommunu.
- Hetta var aðru ferð, at hetta tiltakið varð roynt, og sigast má, at undirtøkan hevur verið framúr.
Í Sørvágs kommunu siga tey, at tiltakið við trivnaðarviku er komið fyri at vera.
- Tiltøkini fevndu breitt, og tað var okkurt at fara til fyri allar aldursbólkar. Uppmøtingin var sera góð, og fleiri av tiltøkunum vóru fullteknað.
Lagt verður aftrat, at fitt av tiltøkum vóru uttandura og fyri, at tey skulu hepnast, mátti veðrið spæla við, og tað gjørdi tað tíbetur eisini.
Tað eru tær báðar, Maria Samson Christensen og Jana Egholm, sum eru samskiparar av trivnaðarvikuni.
Í gjár var borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, framvið hjá teimum báðum við blómutyssi og takkaði teimum fyri eina væleydnaða og vælskipaða trivnaðarviku.











