Fyri sjey-átta árum síðani var Danmark veruliga í andglettinum í tí muslimska heiminum orsaka av muhameds-tekningunum.
Í september í 2005 var Flemming Rose mentanarredaktørur á Jyllandspostinum, og har var hann ein av oddamonnunum fyri at kunngera tær tiltiknu muhamedstekningarnar. Fyrstu árini aftaná hetta livdi Flemming Rose veruliga eitt vandamikið lív, har PET og CIA í 2008 megnaðu at avdúka eina tilætlaða drápsroynd, sum islamistar ætlaðu at fremja ímóti Flemming Rose.
Nú kemur Flemming Rose á vitjan í Føroyum til tiltakið: "Tøgnin, talufrælsið og tær forbannaðu tekningarnar".
Undir myndini ber tað til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Heina í Skorini, sum greiðir frá um tiltakið í Norðurlandahúsinum.