13. november skipar Koda fyri einum limatiltaki um tónleik og útflutning. Her verður høvi at fáa yvirlit yvir útflutningsmarknaðir og útflutningsmøguleikar, umframt at fáa íblástur til, hvussu tú kanst fáast við tónleikaútflutning innan m.a. co-writing og live-økið.
Á skránni er m.a. eitt innlegg frá viðurkenda danska sangskrivaranum Marcus Winther-John. Harumframt fer Oyvindur av Skarði frá UVMR at greiða frá um nýggju tónleikaútflutningsstovuna í Føroyum, og Ilang Lumholt frá Koda fer at greiða frá um útflutningsmarknaðir.
Eisini verður ein livecase við Hamferð, har Theodor Kapnas kemur at greiða frá hvat Hamferð sjálvir hava gjørt fyri at fáa teirra tónleik út um landoddarnar.
- At útflyta tónleik er torført - óansæð hvar tú býrt. Vanliga hevur tað verið nærum vónleyst at útflutt tónleik úr Føroyum, tí umframt tær avbjóðingarnar sum standast av innspæling, útgávu og marknaðarføring, so hevur logistikkurin verið torførur at fáa at ganga upp, tá spælast skuldi aðra staðni enn í Føroyum. Seinastu árini er nógv broytt. Nú ber til hjá tónleikarum at fáa hjálp til at koma út í heim. Nú ber eisini til at fáa hjálp til útgávur og til at koma at spæla fyri røttu fólkunum. Men sjálvandi er tað framvegis neyðugt við góðum tónleiki, at mann hugsar strategiskt og at arbeitt verður miðvíst og beinhart sigur Theodor Kapnas frá Hamferð í tíðindaskrivi.
Tiltakið verður týsdagin 13. novembur kl. 16.30 í Reinsarínum, og tilmelding er neyðug.