Tiltak um demens í Reinsarínum

Altjóða Alzheimerdagur er leygardagin 21.september. Í hesum sambandið verður skipað fyri tiltaki í Reinsarínum um demens

Kunnað verður um tilboð til borgarar við demensi og avvarðandi teirra, og til ber at fáa eitt prát við starvsfólk, sum arbeiða innan demensøkið í Føroyum.

 

Umboð fyri kommunur, demensklinikkina, Alzheimerfelagið, Almannaverkið og Beran eru til staðar.

 

Skráin er henda:

 

11.00 Vælkomin við Eyðfríð L Jacobsen,  stjóra 

 

11.15 Demensur og útgreinan av demens, Tormóður Stórá, yvirlækni

 

12.00 Tíð at virka ímóti demens. Tíð at virka ímóti Alzheimer, Naina Túgvustein, forkvinna Alzheimerfelagið

 

12.15 Granskingarverkætlan, Maria Skaalum Petersen, granskari

 

13.00  Demenskórið, Sangfuglarnir framføra 

 

13.30 At vera avvarðandi, Anna Vilhelmsen, neuropsykologur

 

14.00 Landsdemenssamskipan við Marjuni Restorff, deildarleiðara

 

14.30 Kommunal demenssamskipan, Diana og Barbara, Demensdepilin

 

15.00 Dagtilboð í Almannaverkinum, Súsanna Crooks, leiðari

 

15.15. Sangur við Lív Michelsen, Fimmboga Lisberg og Atima Feodora

 

15.30 Takk fyri í dag - Ingun Eidesgaard, eindarleiðari

 

Fyriskiparar eru Heilsu - og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu í samstarvi við Almannaverkið, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, Beran, Norðoya Bú - og heimatænastu og Nánd.