Herfyri varð Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur, sjeyti. Tí skipa Rithøvundafelagið og Sjónleikarhúsið í Havn fyri eini hugnaløtu í Sjónleikarhúsinum í dag kl. 17 Á tiltakinum verður sangur, upplestur og framførsla. Steinbjørn er uttan iva ein av okkara avrikamestu høvundum. Hann legði fyri við einum yrkingasavnið miðskeiðis í trýssárunum, men hevur síðani latið frá sær bæði leikrit, skaldsøgur og barnabøkur.
Sum skrivandi maður hevur Steinbjørn ikki bert gjørt vart seg í skaldskapi, hann hevur ikki spart at brúka penn sín í samfelagskjakinum eisini. Í hálvfjersunum var hann t.d. millum teirra, sum tóku stig til Fólkafylkingina móti EEC, og mong eru tey lesarabrøv og greinar, hann gjøgnum árini hevur skrivað í bløðini um politiskar spurningar. Ansurin og áhugin fyri samfelagsmálum endurspeglast sum vera man í verkum hansara í bundnum sum óbundnum máli, eitt nú leikinum Skipið (1975) og skaldsøguni Hall (1984) .
Fyri skaldskap sín fekk Steinbjørn B. Jacobsen bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1981. Barnabókavirðisløn Tórshavnarbýráðs hevur hann fingið tvær ferðir, fyrru ferð í 1976 og aðru ferð í 1985.