Børnini í Deyvahúsinum stuttleikaðu sær óført hendan dagin, tá Angela kom á vitjan. Hon hevði ymsar framførslur fyri teimum við eitt nú ballónum. Hon gjørdi ballóndjór og eisini gandaði hon. Hon stakk ein pinn gjøgnum eina ballón, uttan at hendan brast. Men tað var eftir, at ein roynd var miseydnað. Stuttligt var at síggja og hoyra børnini, hvussu spent tey vóru, tá hon stakk pinnin ígjøgnum ballónina. Summi hildu fyri oyrini, og onnur hvinu av spenningi.
Eftir at Angela var liðug við sína framførslu, fingu børnini at eta. Pizza, chips og sodavatn. Tað dámdi teimum sera væl, og hetta tiltakið má sigast at hava verið væleydnað.
Ásvør Ellefsen, umsitingarleiðari í Deyvahúsinum sigur, at hetta tey eru avbera fegin um, at hetta tiltakið eydnaðist so væl, og at børnini hugnaðu sær.
Fyrilestur avlýstur
Eftir ætlan skuldi ein fyrilestur verða seinni um kvøldið, men hesin var avlýstur, tí at ongin tulkur var at fáa. Hetta harmast Ásvør stórliga um, tí at lagt varð upp til ein góðan og áhugaverdan fyrilestur.
? Vit hava roynt og roynt at fingið tulk, men tað lat seg ikki gera, so vit gjørdu av at avlýsa fyrilesturin, sigur Ásvør hørm á málinum.
Hon greiðir frá, at tað vóru tveir tulkar, og hesir megnaðu so dánt at nøkta allan tørvin. Men so segði annar upp, og hin fór í barnsburðarfarloyvi, og so hava tey dúvað upp á sokallaðar "free-lancarar" síðani.
? Tað hevur sum so ikki verið nakar trupulleiki at fáa tulk, tá ið ástendur, men hesuferð lat tað seg simpulten ikki gera, og tað er so onki at gera við tað, sigur hon.
Angela hevði tó tulk til børnini. Tað var ein mamma, sum traðkaði til. Men Ásvør heldur, at tað hevði kunnað gingið uttan tulk, um illa vildi til har eisini, tí Angela hevur so góðan mimikk.
Bjørt framtíð
Hóast ongin tulkur er til deyv, sum nú er. Og tað gekk so illa at fáa ein til hetta tiltakið í sambandi við Deyvadagin, so er Ásvør ikki so svørtskygd, tá tað kemur til framtíðina hjá deyvum og tulkum.
? Sum nú er, eru fimm tulkar undir útbúgving, men tað tekur hálvt fjórða ár, so um eina tíð, fer tað helst at síggja bjartari út. Í øllum førum hjá teimum, sum eru børn og ung í dag, heldur Ásvør Ellefsen, umsitingarleiðari í Deyvahúsinum.










