Tiltak: Binda troyggjur til 1. skúladag

HJÁLP: Um miðjan august fer hjálparfelagsskapurin ‘Í menniskjum góður tokki’ at taka ímóti nýbundnum troyggjum til børn í Føroyum.

Tiltakið byrjaði við, at ein av Facebook-vinunum hjá felagsskapinum, Sanna Djurhuus, legði eini boð út á ein bindiklubbabólk á heimasíðuni.

Her orðaði hon sínar tankar um, hvussu vanligt var, at føroysk børn áttu eina nýggja troyggju, tá tey fóru í skúla. Hon spurdi eisini, um undirtøka var fyri at stuðla illa sperdum familjum við at latið troyggjur til skúlabørn.

Undirtøkan á hesum stuttu boðunum á facebook var so stór, at ‘Í menniskjum góður tokki’ stovnaði eitt tiltak fyri at samskipa innsavnan og útvegan av hesum troyggjum.

- Ja, tað byrjaði við, at eg sat og bant eitt mynstur, sum ein vinkona hjá mær hevði funnið uppá, greiðir Sanna Djurhuus frá, tá Portalurin spyr hana nærri um hetta tiltakið.

Hetta mynstrið var sera litríkt, og sum áleið sá hon, at tað, var nøkurlunda á stødd við eina troyggju til eitt sjey ára gamalt barn. Hon fór tá at hugsa um onkran sjey ára gamlan í hennara familju, sum kundi fingið troyggjuna, men beint tá kom hon ikki fram á nakran.

- Men so hugsaði eg: Onkur í Føroyum mátti verðið glaður fyri eina skúlatroyggju. Og so kom eg í tankar um, at eg kundi latið ‘Í menniskjum góður tokki’ troyggjuna, tí tey kanska kendu okkurt tørvandi barn.

- Eg orðaði hesar tankarnar á bólkinum “Facebook-bindiklubbur”, har fleiri túsund eru limir, tí eg helt, at kanska onnur tóku undir við hesum hugskotinum. Áðrenn eg visti av, høvdu yvir tríhundrað limir dámt míni boð, og so setti eg meg í samband við Annlis Bjarkhamar frá felagsskapinum.

At byrja við hugsaði eg einans um, at tað kundi verðið stuttligt at bundið skúlatroyggjur, sum vit kenna tað frá okkara barndómi, tá vit møttu upp fyrsta skúladag í nýggjari troyggju. Men Annlis spurdi tó, um ikki undirtøka var at binda troyggjur til fleiri ymiskar aldursbólkar, tí tey hjálpa børnum í øllum aldri.

Tað bleiv til tiltakið ‘Gleð eitt barn við eini bundnari troyggju’, har fólk vónandi fara at binda nýggjar troyggjur at geva føroyskum børnum, beint áðrenn skúlin byrjar aftur.

- Hvar tær kunnu latast, er ikki fyriskipað enn, men tað verður lýst sum skjótast, sigur Sanna at enda í prátinum.