Tað er nú greitt, at koronatiltøkini, sum Landssjúkrahúsið setti í verk fyri einum sløkum mánað síðani, halda fram í hvussu so er til 1. mai. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í dag.
Tað merkir, at umframt at taka sær av koronasjúklingum, verða allar viðgerðir, sum ikki eru bráðneyðugar, útsettar, samstundis sum at starvsfólkatalið verður skert fyri at minka um smittuvandan.
Hetta merkir, at viðgerðirnar verða avmarkaðar til tey, sum hava størsta tørvin og at allar aðrar viðgerðir og kanningar vera útsettar.
Tó verða allar krabbameinsviðgerðir, og kanningar, framdar sum vanligt.
Samstundis verður eisini talið á sjúklingum, sum verða sendir uttanlands til viðgerðir, avmarkað fram til1. mai. Nú verður allur listin gjøgnumgingin, og so seta tey seg í sambandi við sjúklingarnir og boða teimum frá, hvussu støðan er hjá teimum.