Tiltøk virka ov seint

Stjórnin í Saudiarabia heldur lítið um ætlanina hjá USA, Fraklandi og øðrum londum at seta tiltøåk í verk ímóti Iran fyri at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuverkætlanum.

Tað fekk amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, at vita, tá hon í gjár var í Saudiarabia. Aftan á fundin teirra millum segði saudiarabiski uttanríkisráðharrin, at tiltøk muna ov lítið og harafturat virka tey alt ov seint.

Saud Faisal prinsur segði, at tað er neyðugt við øðrum loysnum, sum kunnu fáa Iran at sleppa sínum kjarnorkuverkætlanum sum skjótast.