Sum vanligt er verður gudstænasta sunnudagin kl. 11 í kirkjuni, har sóknarpresturin Marjum Bæk fer at prædika.
Í og við missiónshúsið verða somuleiðis fleiri tiltøk, tað fyrsta eitt útimøti leygarkvøldið kl. 21. Aftaná verður opið hús.
Sunnudagin verða tvey tiltøk í missiónshúsinum kl. 14 sunnudagsskúli og kl. 18 møti, har sangbólkurin Miktam luttekur.










