Tiltøk ímóti veðrinum

Leiðarar hjá indiánarum og inuittum í Alaska hava handað amerikonsku Kongressini eitt skriv, har teir hava heili 150 krøv um tiltøk, sum politikararnir eiga at seta í verk fyri at tálma veðurlagsbroytingunum.

Í skrivinum vísa teir millum annað á, at longu nú vænta serfrøðingar, at fólkið má flytast úr fleiri bygdum. Endamálið við krøvunum er at fáa Kongressina at skipa fyri einari hoyring um broytingarnar í Alaska, skrivar blaðið Sermitsiak.