Tiltøk á Klaksvíkar bókasavni

Klaksvíkar bókasavn fer aftur at skipa fyri tiltøkum í vetur. Byrjað verður aftur týskvøldið 23.september við einum einum fyrilestri

Fyrilesturin, sum verður týskvøldið, verður hildin av Doris Hansen. Hann fer at snúgva seg um støðuna hjá teimum brekaðu í dag.
Føroya Landsstýri hevur avgjørt, at 2003 skal verða ár teirra brekaðu. Føroyar eru sostatt eitt av mongum evropeiskum londum, sum hava valt at seta viðurskifti teirra brekaðu á dagsskránna í ár. Hetta skal verða við til at flyta mørk og broyta almenna hugburðin, so framtíðar forðingar fyri tey brekaðu verða eitt sindur lættari at vinna á.
Bókasavnið hevur eisini valt at varpa ljós á " Ár teirra brekaðu" og tískil byrja tiltøkini í ár við einum fyrilestri um støðuna hjá teimum.

Nýtt tiltak
Bókasavnið hevur saman við barnaansingarstovnunum í fleiri ár havt tiltøk fyri børnum undir skúlaaldur, og nú er tíðin komin eisini at gera okkurt fyri børnum, sum ganga í skúla. Tí er ætlanin í vetur at fara undir eitt nýtt tiltak fyri børnini. Annan hvønn hósdag verður upplestur og byrjað verður hósdagin 25. september klokkan 17. Tá verður lisið úr bókini "Emil úr Lønnebergi".
Øll børn eru vælkomin til upplesturin eisini saman við foreldrum.
Ein skrá er gjørd yvir upplestrardagarnar, og hvat lisið verður. Skráin fæst á bókasavninum og sæst á heimasíðuni hjá bókasavninum www.kb.fo