Skotski ES-tinglimurin Struan Stevenson segði í gjár, at revsitiltøkini, sum ES kann seta í verk ímóti føroyingum og íslendingum í sambandi við makreltrætuna, eiga ikki bara at umfata makrel. Aðrir skotskir og írskir ES-tinglimir hava sagt, at ES eigur at banna innflutningi av makreli og hjáveiði hjá makrelskipum heldur enn at nokta skipum at landa makrel í ES-havnum.
Men tað er ikki nóg mikið, sigur Sruan Stevenson (myndin), sum umboðar tann konservativa flokkin í ES-tinginum. Sambært íslendska ríkisútvarpinum vil hann hava ES at banna innflutningi av toski úr Íslandi, tí eftir hansara tykki fer tað at noyða íslendingar at gera semju um makrelin.
Íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, sigur við RÚV, at heimildin hjá ES at seta tiltøk í verk umfatar ikki tosk, og harafturat er toskur ikki hjáveiði í makrelfiskiskapi, sigur hann.
Íslendski fiskimálaráðharrin sigur, at ES hevur ivaleyst rætt til at banna íslendskum makrelskipum at landa í ES-havnum, men heimildin umfatar ikki innflutningsbann, sigur hann.